Aftur í nátt hevur ein hørð spreinging verið í einum íbúðarøki í Uppsala, og ein 25 ára gomul kvinna hevur latið lív.
Svenska ávísin Expressen skrivar, at løgreglan fekk boð um eina spreinging i nátt klokkan 03.45.
Ein kvinna varð flutt á sjúkrahús, og í morgun upplýsti løgreglan, at kvinnan er deyð av løstum, hon fekk av spreingingni.
Sambært Aftonbladet hevði hin 25 ára gamla einki tilknýti til bandavirksemi ella sonevnda, Foxtrot-netverkið.
Spreingingin elvdi til stórar oyðileggingar í grannalagnum.
Tvey hús fingu stóran skaða, og vindeygu í fleiri húsum í gøtuni eru í knúsi, sigur sjónarvitni við Aftonbladet.
Lagt verður aftrat, at spreingingin var hørð.
- Øll vaknaðu, og fólk fóru út á gøtuna, siga fólk í grannalagnum, har ein hørð spreingin var í nátt.
Í gjárkvøldið lótu eisini tvey fólk lív av skotum í Svøríki, harímillum ein kendur rappari.