25 ára starvsdagur hjá Vørn

Í gjár var góður morgunmatur á Vørn, tá eitt av starvsfólkunum varð heiðrað fyri 25 ára starvstíð.

 

Hin 1. juni í ár hevði Anfinnur Thorsteinsson 25 ára starvsdag sum bókhaldsleiðari á Vørn.

 

Dagurin varð hátíðarhildiln í gjár við góðum morgunmati.

 

Stjórin, Óli Hans Olsen, segði nøkur orð við høvið, og hann handaði eisini eina gávu á degnum.

 

Vørn takkar Anfinni Thorsteinssyni fyri starvstíðina og ynskir honum hjartaliga tillukku.