25 deyð í álopi á bý í Eysturukraina

Eitt ukrainskt álop á ein marknað í býnum Donetsk í eystara parti av Ukraina hevur kostað minst 25 mannalív.

 

Tað upplýsti leiðarin í russiskt hersetta landspartinum Donetsk, Denis Pusjilin.

Hann segði, at ukrainsk skotherlið høvdu skotið eftir býnum.

Borgarstjórin í býnum, Aleksej Kulemzin, segði fyrr í dag, at álopið var í einum øki við handlum og einum marknaði.

Myndir og video tikin fyri tíðindastovuna Reuters vístu grátandi fólk á staðnum.

Nøkur søgdu, at tey høvdu mist fólk í familjuni, og tú sást deyð fólk, sum lógu í blóðlitaðum kavafonnum á einum marknaði í býnum.

/ritzau/AFP