Tað var ikki fyrr enn við grundlógarbroytingina í 1953, at grønlendingar sluppu at velja fólk í Fólkatingið í Danmark.
Soleiðis verður tað 25.ferð, at fólkatingsval er í Grønlandi týsdagin.
Fyrstu árini var Grønland býtt í tvey valdømi, sum valdi hvør sín fólkatingslim. Fyrstu 45 árini vóru tað menn, sum vórðu valdir í hesar sessir, men í 1998 kom broyting í, tá Ellen Kristensen úr borgarliga flokkinum Attastut varð vald á Fólkating.
Og síðani 2011 hava grønlendingar bara valt kvinnur á Fólkating.
Hóast eitt valskeið í Fólkatinginum – eins og til Løgtingið í Føroyum – er fýra ár, so hevur tað ongantíð hent tey 173 árini, har fólkaræði hevur verið í Danmark – og val hevur verið til Fólkatingið – at eitt fólkating situr alt valskeiðið á tamb.
Í Føroyum var tað vanligt í mong ár, at tingið sat alt valskeiðið. Eins og hesaferð, so hevur fólkatingsval ikki altíð verið sama dag í Danmark og í Føroyum – og ikki altíð sama ár heldur, tá nakrir mánaðir onkuntíð hava verið ímillum. Men valini hava verið líka nógv í tali kortini.
Tey 20 árini frá 1946 til 1966 vóru øll løgtingsvalini hildin 8. november. Í 1970 var 8. november ein sunnudag, og tað er ikki lógligt at halda løgtingsval sunnudag, tí var valið tá hildið 7. november. Tað vóru eisini næstu valini í 1974 og 1978. Men í 1980 var val í ótíð, og tá var 8. november aftur valdur til valdag – og tað var hann eisini í 1984 og í 1988.
Í 1990 var aftur val í ótíð, og tá var 17. november valdur til valdag. Síðani 1990 hava bara trý løgting sitið alt valskeiðið. Frá 1998-02, frá 2004-08 og frá 2015-2019.
Í 2008 fall valdagurin 20. januar aftur á ein sunnudag, og tí varð valið hildið seinasta dagin tað kundi haldast, 19. januar.
Í 2019 fall 1. september eisini á ein sunnudag, tí var valið leygardagin 31. august.
Niðanfyri sæst, nær fólkatingsval hava verið hildin:
- 4. desember 1849 (fyrsta fólkatingsvalið í Føroyum var tó hildið í 1951, tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum)
- 4. august 1852
- 26. februar 1853
- 27. mai 1853
- 21. oktober 1854
- 14. juni 1855
- 14. juni 1858
- 14. juni 1861
- 7. juni 1864
- 4. juni 1866
- 12. oktober 1866
- 22. september 1869
- 20 september 1872
- 14. november 1873
- 25. apríl 1876
- 3. januar 1879
- 24. mai 1881
- 26. juli 1881
- 25. juni 1884
- 28. januar 1887
- 21. januar 1890
- 20. apríl 1892
- 9. apríl 1895
- 5. apríl 1898
- 3. apríl 1901
- 16. juni 1903
- 29. mai 1906
- 25. mai 1909
- 20. mai 1910
- 20. mai 1913
- 22. april 1918
- 26. april 1920
- 6. juli 1920
- 21. september 1920
- 11. april 1924
- 2. desember 1926
- 24. april 1929
- 16. november 1932
- 22. oktober 1935
- 3. april 1939
- 23. marts 1943
- 30. oktober 1945
- 28. oktober 1947
- 5. september 1950
- 21. april 1953
- 22. september 1953
- 14. mai 1957
- 15. november 1960
- 22. september 1964
- 22. november 1966
- 23. januar 1968
- 21. september 1971
- 4. desember 1973
- 9. januar 1975
- 15. februar 1977
- 23. oktober 1979
- 8. desember 1981
- 10. januar 1984
- 8. september 1987
- 10. mai 1988
- 12. desember 1990
- 21. september 1994
- 11. mars 1998
- 20. november 2001
- 8. februar 2005
- 13. november 2007
- 15. september 2011
- 18. juni 2015
- 5. juni 2019
- 1. november 2022 (í Føroyum 31. oktober)