250 fólk møttu í gjárkvøldið í Smæruni, og harvið vóru tvey full høli av áhoyrarum til fyrilesturin "fløskubarn" - minnir frá einum reyðvínsblettaðum uppvøkstri.
Katrine Quorning er vaksin upp vid einari mammu sum hevur rústrupulleikar, og fyrilesturin snúði seg um hvussu hetta hevur ávirkað hana og hvat ein kann gera, um man hevur rúsbundin foreldur. Katrine nýtti egnar tekningar, fyri at vísa á tær kenslur eitt barn við rúsbundnum foreldrum hevur.
Eftir loknan fyrilestur fingu áhoyrarnir høvi at seta Katrine spurningar, og spurningarnir vóru nógvir. Kanska er hetta ein lítil ábending um, at tað við tíðini spakuliga ber til at fáa størri opinleika í okkara samfelag um tað, at hava rúsbundin foreldur.
##med2##