250 mans á Johannustevnu í Vàgi

Grindabátar, kappróðrarbátar og onnur vera á fjørðinum í Vági leygardagin. Tá skal eisini føroya besti egnari og føroya besti bøtari, finnast

Johannustevnan, sum verður í Vági hetta vikuskifitð, hevur fingið góða undirtøku
Allir 12 grindabátarnir í Vági verða væntandi flotaðir leygardagin. Teir skulu taka ímóti tá Johanne TG 326 stevnir inn á Vágsfjørð um 13 tíðina í dag.
Kappróðrabátarnir í bygdini verða eisini flotaðir, bæði við gentum, dreingjum, monnum og og gomlum rógvaum. Hóast tað ikki er avtalað verður helst róð kapp inneftir.
Umframt róðarbátarnar, hava eisini størri bátar í Suðuroy teknað manningarnar til. Tískil telja manningarnar tilsaman 240 fólk á bátunum sum eru teknaðir.
Vónandi verður gott veður leygardagin. Ætlanin er nevniliga at hava ymiskar kappingar á kajuni kl. 15.
Fyrireikararnir siga at viðrar ikki at hava kappingarnar uttandura, verða tær innandura ístaðin.
Annars er ætlaða uppboðsølan av seyði, sum skuldi verða kl. 16.30.
Annars er skráin enn tann sama, sum hon fyrr er lýst, sí á www.portal.fo.
Nærri fæst eisini við at ringja til Kunningarstovuna í Vági tel 374342.