Bileftirlitið hevur í dag latið politistøðunum kring landið 251 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2004.
Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarspjøldrini tikin av bilinum.