252 milliónir krónur í halli næsta ár

Tað eru blóðreyð tøl á botnlinjuni fyri løgtingsfíggjarlógina næsta á, sambært framskrivingum í játtanarkørmunum, sum Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, júst hevur lagt fyri tingið

– Við hesi løgtingssamtykt tekur Løgtingið undir við, at samlaði útreiðslukarmurin í løgtingsfíggjarlóginifyri 2026 verður 7.886 mió.kr.

 

Rakstrarkarmurin verður 7.236 mió. kr., og løgukarmurin verður 650 mió. kr.

 

Samlaði inntøkukarmurinverður 7.634 mió. kr.

 

Framskrivaða úrslitið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2026 er hallá 252 mió. kr.; tá er innroknað, at um 100 mió. kr. eru fluttar netto í Búskapargrunnin.

 

Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2026 vísa, at neyðugt verður við átøkum, serstakliga á útreiðslusíðuni.

 

Átøk verða gjørd fyri 55 mió. kr. í 2026. Í talvuni niðanfyri eru samlaðu játtanarkarmarnir fyri 2026 býttir á greinar.

 

##med2##

 

Lesið meira við at trýsta her