26 fólk eiga tað sama sum heimsins fátækastu

Meðan 2000 tey ríkastu fólkini í heiminum blivu 12 prosent ríkari í 2018, bleiv tann fátækasti helmingurin av heimsins íbúgvum 11 prosent fátækari.

Meðan 2000 tey ríkastu fólkini í heiminum blivu 12 prosent ríkari í 2018, bleiv tann fátækasti helmingurin av heimsins íbúgvum 11 prosent fátækari. Tað vísir ein nýggj rapport frá menningarfelagsskapinum Oxfam Ibis.

 

Rapportin kemur í sambandi við, at leiðarar frá øllum heiminum hesa vikuna hittast á árliga tiltakinum World Economic Forum, sum verður í Davos í Sveits. Í rapportini skrivar Oxfam Ibis, at 26 fólk í dag eiga tað sama, sum fátækasti helmingurin av heimsins íbúgvum.  

 

Menningarfelagsskapurin vísur á, at tiltøk eiga at setast í verk fyri at tryggja, at tey ríkastu rinda tann skatt, sum tey eiga.

 

- Vit mugu berjast ímóti, at tey allar ríkastu sleppa undan skatti, og vit mugu seta inn móti skattaskjólum. Hetta ávirkar heilsuskipanir og útbúgvingarskipanir í fleiri londum, sigur aðalskrivarin í Oxfam Ibis Kristian Weise, sambært Ritzau.

 

- Ein eyka skattur á 0.5 prosent vildi viðført, at 250 milliónir børn sleppa í skúla, sigur hann.

 

Hóast eina afturgongd í samlaðu peningaligu viðurskiftunum hjá heimsins fátækastu helvt, so eru tað færri, sum liva undir fátækamarkinum í dag.

/ritzau/