Nú Effo-deildini 2012 er av og tey, sum standa aftanfyri B68, mugu ásanna, at liðið verður partur av 1. deild næsta kappingarár, hevur felagið gjørt upp, hvussu nógvir leikarar hava leikt við besta liðnum í landskappingini í ár.
- Í ár brúkti B68 tilsamans 26 leikarar teir 27 dystirnar, ið leiktir vórðu. Hans Jørgensen var einasti leikari, sum leikti allar 27 dystirnar, har hann eisini leikti allar 2430 minuttirnar.
Toppskjútti hjá B68 gjørdist Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði fýra mál. Jónleif Højgaard og Ndende Adama Gueye skoraðu trý mál hvør, og Einar Hansen, Jann Ingi Petersen og Kristian Anton Andreassen skoraðu tvey mál hvør. Bjarki Johannessen, Jústinus R. Hansen, André Olsen, Óli Olsen og Haraldur R. Højgaard skoraðu allir eitt mál hvør.
- Aftur í ár varð tað Dánjal Pauli Højgaard, ið skikkaði sær best. Hann leikti 17 dystir, og hann fekk einki kort. Tað vóru eisini aðrir leikarar, sum heldur einki kort fingu, men teir leiktu langt frá líka nógvar dystir, sum Dánjal Pauli gjørdi. Dánjal Pauli Højgaard hevur nú leikt 123 dystir í bestu deildini, og øll hesi árini hevur hann bara fingið fýra gul, og tað eru trý ár síðani, hann fekk tað seinasta kortið.
Tað skrivar heimasíðan hjá B68 í dag.