26 ár síðani Tottenham vann á Stamford Bridge

Um hagtølini halda, so verður Leicester City staðfestur enskur meistari í kvøld

Klokkan 20 í kvøld fer Tottenham at spæla fyri sínum lítla møguleika at gerast enskur meistari, tá teir møta Chelsea á Stamford Bridge leikvøllinum. Og hagtalsliga er talan um lítlan møguleika, tí Tottenham hevur ikki vunnið á Chelsea á Stamford Bridge í meir enn 26 ár.

 

Seinast Tottenham vann á Chelsea á Stamford Bridge var 10. februar í 1990. Tá sóu 28.300 áskoðarar Tottenham vinna 2-1. Størsti fótbóltsleikarin, sum býurin Leicester hevur fostrað, Gary Lineker skeyt sigursmálið fyri Tottenham. Millum stóru profilarnar á liðnum hjá Tottenham henda dagin var Paul Gascoigne.

 

Chelsea og Tottenham eru lokalir arvafíggindar í norðara London-økinum, og unna ikki hvørjum øðrum at vinna, og tí verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá Tottenham. Venjarin hjá Chelsea, Guus Hiddink hevur eisini gjørt sítt við at siga á tíðindafundi á Stamford Bridge, at leikararnir hjá Tottenham hava nógvar nervar til dystin í kvøld.

 

Leicester er á odda í Premier League við 77 stigum, og Tottenham er nummar tvey við 69 stigum. Tottenham hevur tríggjar dystir eftir at leika, og kann í mesta lagi fáa 78 stig. Leicester hevur tveir dystir eftir at leika, og kann við tveimum javnleikum ímóti Everton á heimavølli, og Chelsea á útivølli tryggja sær meistaraheitið, um Tottenham vinnur tríggjar teir seinastu dystirnar hjá sær, sum eru ímóti Chelsea á útivølli, Southampton á heimavølli, og niðurflytingarhótta Newcastle á útivølli.

 

Tað stutta av tí langa er tó, at spælir Tottenham javnt ímóti Chelsea í kvøld, ella tapir dystin, so er alt avgjørt. Vinnur Tottenham ímóti Chelsea á Stamford Bridge fyri fyrstu ferð í 26 ár í kvøld livir møguleikin enn.

 

Tottenham hevur ikki verið enskur meistari síðani 1961, sama ár, sum John F. Kennedy gjørdist amerikanskur forseti. Leicester hevur ongantíð áður verið enskur meistari.