§266 b

-Lógin sum økir um fólkaræði

Kim Simonsen


Vit hava §266 b sum onkur setur upp móti trúðarfrælsi (ið bæði er tryggja í 266 b og í Grundlógini). Her hava vit inntil víðari eitt paradoks, sær tað út til. Mín sak vildi tó verið at prógva, at hetta ikki er so, at báðir bólkar: samkynt og kristin, um tey yvirhalda §266 b (varð lóg­arbroytingin samtykt) fáa eitt betur lív í einum mo­dernaðum samfelag. Ikki, at tey skulu uppgeva teirra trúgv og meiningar um hvønn annan, bert læra at tolerara hvønn annan, ið er eitt stórt stig fyri samfelagið sum nú er.
Fólkaræði byggir eisini á eitt sannleikaástøði, at eing­in í prinsippinum hevur endaliga rætt, men at fólk við ymiskum meiningum skulu kunnu læra at liva við hvørjum øðrum. Og fólka­ræði er nú einaferð tað minst ringa vit hava.  
Danska §266 b sigur:
Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter ud­talelse eller anden med­del­else, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fæng­sel indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens ud­­mål­ing skal det be­tragt­es som en særligt skærp­ende om­stændig­hed, at for­­­hol­det har karak­ter af propa­­ganda­virk­som­hed.
Her hugsi eg um at stk. 2 er nakað man ikki skal gloyma, tað er hetta per­spek­tivið, ið ikki verður tik­ið í álvara í Føroyum, ið ikki er við í føroysku lógini.

Havi lisið, at
Kun meddelelser af en vis grovhed er strafbare. Ytringsfriheden sikrer, at det er muligt at sige sin mening om trosretninger, indvandring, seksuelle for­mer m.v. Det skal blot ske uden at true,
for­­håne eller nedværdige.
Og
I retspraksis lægges vægt på, om beskyldninger rettes generelt mod gruppen og vedrører forhold, der er stærkt krænkende efter al­mindelig opfattelse. Det kan f.eks. være beskyldninger om krimi­nelle forhold, sam­men­ligninger med dyr eller sygdomme. (&) Det er skærpende for straffen, hvis diskriminerende med­­delel­ser bruges i pro­pa­gandavirksomhed (§ 266 b stk.2). Det vil sige syste­matiske forsøg på at påvirke meningsdannelsen.
Tá fólk sum hava akt inn­an religiøsar bólkar og sam­komur veruliga koma fram og senda samkynt til hel­vitis (tað er tað nøkur sum siga), so haldi, at hetta burdi skapt presedens fyri at taka hetta í álvara Det er skærpende for straffen, hvis diskriminerende med­delelser bruges i propa­ganda­virksomhed (§ 266 b stk.2). Somuleiðis skulu samkynt virða kristin og ikki kalla tey fyri talibanar ella nasistar.
At ein ella annar sigur hetta her og der, er ikki so umráðandi haldi eg.
Upp móti (pseudo)­para­doksinum millum tulkingar av §266 b og trúðarfrælsi fyri kristin, skuldu vit sett ta etisku grundreglu (ið er sekuler), at vert er at verja tann ella tey við favoriti­sering, ið ikki minka um tolsemi (í mun til onkran sum ger hatta). Her haldi eg, at §266 b er ein undurfundig lóg, tí hon gevur eina heim­ild til at allir bólkar og minni­lutar eisini skulu halda seg til §266 b. Soleiðis koma hesir bólkar at halda hvørjum øðrum skakk. Hetta skal skiljast sum, at um samkynt (ella onkur teirra viðhaldsfólk) gerðst ein bólkur, ið vil forfylgja trúgvandi, so skulu tey kunna dømast eftir §266 b sum øll onnur. Somuleiðis má reglan í §266 b kunna brúkast móti trúgvandi, um tey í teirra trúgv, um tey koma við ákær­um sum eru:  stærkt krænkende efter almindelig opfattelse. Det kan f.eks. være beskyldninger om krimi­nelle forhold, samm­­en­ligninger med dyr eller syg­domme.
Serliga haldi eg sum sakt, at hetta er serliga álvar­samt, um hetta er gjørt í pro­pagandavirksomhed (§ 266 b stk.2). Det vil sige systematiske forsøg på at påvirke meningsdannelsen.
Sum eg síggi hetta kann §266 b soleiðis halda báðar ekstremar skakk - og hvat er so ringt við tí? Er tað ikki soleiðis vit eru noydd at byggja eitt modernað fólkaræði? Tað er ikki loyvi at kalla negarar fyri óvit­andi djór, kristin fyri barna­mordarar ella samkynt fyri hvat sum helst. Hetta hevur einki við danska løgfrøði ella danska mentan at gera, sjálvt um okkara sam­fe­lag byggir á Donsku Grundlógina og danskar lógir í høvuðsheitum.
Mær vitandi eru bæði ra­sistar og anti-rasistar (sum diskriminera) undirløgd sama krav. Tað er ikki í ord­an at krenka tey sum krenka, við krenkandi mein­ingum. So eru vit aftur í eyga fyri eyga moralinum. §266 b, og serliga at loyva at javnseta tro eller seksuelle orientering, er vegurin fram frá hesum gamla og primitiva morali.
§266 b minkar ikki um talu­fræslið, men staðfestir hin vegin, at skulu vita hava eitt moderna virðiligt samskifti, so er mark fyri hvat vit kunnu siga, soleiðis er hendan lógin ein hin mest modernað sum er til og ein lóg sum økir um fólkaræði og veruliga verjir talufrælsið.