266b enn einaferð

§ 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/Tro"tro eller HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/Seksuel_orientering"seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.

Skilagóð lóg, ikki minni skilagott eisini at fáa lógina at umfata fólk við breki.
Men eg hugsaði mítt, tá eg las tað. Hugsaði, bara nú ikki Jenis og hansara líkar nýta høvið at pilka við 266b aftur. Og rætt var. Nú skal tað eita at tað nýtist eingin 266b, tí tað er at gera mun á fólki. Tað skulu ikki vera ávísir bólkar, sum eru vardir, øll skulu vera líka væl vard, also nýtast ongin 266 b.
Men øll vita, at tað var ikki til stuttleika, at lógin kom í gildi. Hattar er ein gomul lóg, sum er dagførd so sum tað hevur verið neyðugt. Mál sum standast av kynsligari orientering (tað sóu vit í bløðunum, hvussu nógv bleiv skrivað um tað evnið, sjálv haldi eg tað kom undir forfylging, har varð í hvussu so er ongin vardur). Trúgv, at verða forfylgdur grundað á sína trúgv, er heldur ikki fremmand. Forfylgd vegna húðalit, tað kann eg skriva undir uppá, tað finst í stóran mun, í Føroyum
»Bestemmelsen stammer fra HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/1939"1939, hvor den blev indsat for at beskytte de danske HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/J%C3%B8de"jøder. Ordlyden blev ændret i HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/1971"1971 ved indarbejdelsen af HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/FN"FN's konvention om afskaffelse af racediskrimination. I HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/1987"1987 blev paragraffen udvidet med HYPERLINK "http://dk.mc250.mail.yahoo.com/wiki/Seksuel_orientering"seksuel orientering. I 1995 blev skærpelsen for propagandavirksomhed tilføjet i stk.2.«
Er tað nakrastaðni, at tað er brúk fyri 266 b, so er tað her hjá okkum. Haldi bara at tað er spell at tað aftur skal brúkast tíð og orka upp á hesa lóg. Men ivaleyst er, at tað fer at verða gjørt alt fyri at burturbeina 266 b. Men tað má ikki koma fyri.
Skalt tú vera politikkari mást tú kunna »rúma« øllum fólki. Tað er ikki uppgávan hjá politikarunum at standa við peikifingrinum og havast at, hvussu fólk liva. So eru tey ikki sína uppgávu vaksin. Heldur skulu tey arbeiða fyri, at øll føla seg líka væl í samfelagnum. Vit sóu serliga áðrenn 266b kom í gildi, hvussu politikkararnir skrivaðu í bløðunum, um hvussu fólk eiga at liva og hvat er moralskt rætt og ikki. Tað er ikki teirra uppgáva. Tey skulu føra politik og ikki verða »dýnulyftarar« tað er á einum alt ov lágum støði og hoyrir ongastaðni heima. Í hvussu so er ikki í politiska heiminum. Mín vón er at 266 b fær eitt ískoyti, so hon eisini umfatar fólk við breki. Og mín bøn til politikkararnir er at teir handfara hettar mál »professionelt« sum politikarar og ikki sum »moralens vogter«, tí tað er ikki uppgávan hjá teimum.