27 atkvøddu fyri at keypa Eik

Allar tríggjar viðgerðir hava verið og Løgtingið kann nú keypa Eik

Tað gekk ómetaliga skjótt hjá Føroya Løgtingi at semjast um at keypa ein bygning í miðbýnum í Havn.

 

Formaðurin bað tingið um at víkja frá tíðarfreistini og síðani hava allar tríggjar viðgerðir verið innanfyri ein hálvan tíma uttan orðaskifti.

 

Málið var avklárað frammanundan millum floksformennirnar. Allir tóku undir við málinum uttan Fólkaflokkurin, sum til 3.viðgerðatkvøddi  við trimum atkvøðum ímóti keypinum.

 

27 atkvøður vóru fyri keypinum.

 

Samráðingar hava í drúgva tíð verið millum løgtingsformannin og Eik um keypið. Keypið fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá tingfólki, sum í løtuni hava flokshølir á Gamla Apoteki.

 

Nú verða hølini í bygningunum við Tinghúsvegin og í miðbýnum.