27 fólk í føroyska mentanarlívinum vilja ikki góðtaka avgerðina hjá stýrinum fyri Listasavn Føroya um at leingja setanina hjá leiðaranum á savninum Í opnum brævi vísa tey millum annað á:
»Sum kunnugt hevur sitandi leiðari Listasavnsins onga listfakliga útbúgving og hevur hetta stórar avleiðingar fyri listarliga støðið í tjóðarlistasavni okkara.
Seinastu fimm árini hevur í samtíðarlistini rátt undantaksstøða á Listasavni Føroya.
Vit kunnu ikki góðtaka at henda støðan verður longd við einum ári, eins og vit heldur ikki kunnu góðtaka vantandi virðingina fyri listfakliga grundarlagnum í okkara tjóðarlistasavni.
Vit vænta og krevja, at Mentamálaráðið tekur sína ábyrgd fyri listini í álvara.
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, listakvinna,
Andrias Andreassen, listamaður
Anker Mortensen, listamaður
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, rithøvundur
Bárður Jákupsson, listamaður
Brandur Patursson, listamaður
Carl Jóhan Jensen, rithøvundur
Fríða Matras Brekku, listakvinna
Fróði Sandoy, kórleiðari
Gunnar Hoydal, rithøvundur
Hanni Bjartalíð, listamaður
Hansina Iversen, listakvinna
Herluf Lützen, tónleikari
Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur
Jan Andersson, litografur
Kinna Poulsen, listaummælari
Marius Olsen, listamaður
Rannvá Kunoy, listakvinna
Ria Tórgarð, sjónleikari
Silja Strøm, listakvinna
Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur
Sunleif Rasmussen, tónaskald
Torbjørn Olsen, listamaður
Tóroddur Poulsen, rithøvundur og listamaður
Tróndur Patursson, listamaður
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur
Zacharias Heinesen, listamaður