27 nýggj andlit 27 nýggj andlit

Ikki færri enn 27 nýggj andlit eru í tí nýggja Altinginum. Átta tingmenn, sum stillaðu uppaftur og lótu framvið at koma aftur á ting, fullu.

Samfylkingin er stø'rsti flokkur. Hann fekk 29,8 prosent av atkvøðunum og 20 tingmenn. Tað eru tveir fleiri enn undan valinum.

Sjálfstæðisflokkurin fekk 23,7 prosent av atkvøðunum. Tað gav 16 tingmenn, og sostatt misti flokkurin níggju umboð. Tað vánaliga úrslitið gjørdi, at Sjálfstæðisflokkurin hevur ongantíð verið so fámentur í Altinginum fyrr.

Vinstri hreyfingin grænt framboð ella tey vinstragrønu fingu 21,7% av atkvøðunum og 14 tingmenn. Tað eru fimm fleiri enn undan valinum.

Framsóknarflokkurin f fekk eitt betri úrslit enn væntað Flokkurin fekk 14,8 prosent av atkvøðunum og tríggjar tingmenn afturat teimum seks, sum flokkurin hevði.

Borgarahreyfingin er nýggjur flokkur í Altinginum. Hann fekk 7,2 prosent og fýra tinglimir.

Frjálslyndi flokkurin misti sína umboðan. Flokkurin fekk 2,2 prosent av atkvøðunum og misti tey fýra umboðini í Altinginum.