27 saknað eftir skipsbrot

Stórt bjargingarátak hevur í dag verið í Suðurindiska havinum, eftir at eitt kinesiskt farmaskip fór í tvey í illveðri.

 

Skipið var 160 sjómíl í ein útsynning úr Hongkong, tá tað í himmalsins ódnarverðri í dag fór í tvey.

 

Manningin, sum taldi 30, noyddist í bjargingarbátarnar.

 

Fyrr í dag skrivaðu útlendskir miðal, at trý fólk vóru bjagað og flutt á sjúkrahús.

 

Sambært kinesiskum miðlum heldur leitingar-og bjargingararbeiðið fram í nátt.

 

Ógvusligar myndir vísa eina tyrlu, sum tekur eitt fólk upp á vanlukkustaðnum, samstundis sum aldurnar skola um tað, sum er eftir av skipinum.

 

##med2##

 

Tey, sum yvirlivdu vanlukkuna, siga, at aldurnar kunnu hava tikið hini av manningini, áðrenn bjargingartyrlan kom á leðina.

 

Myndir eru almannakunngjørdar av myndugleikunum í Hongkong, og tær vísa vrakið av skipinum sum er um at hvørva.

 

Útlendskir miðlar skriva, at myndugleikarnir í Hongkong enn ikki hava uppgivið at finna fleiri av manningini á lívi.