281 fólk eru deyð í ferðsluni í Føroyum

Sunnudagin 6. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey sum liva við missinum. Hetta árið, síðan minningardagin í fjør, eru 9 fólk deyð í ferðsluni.

Sunnudagin 6. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey sum liva við missinum. Hetta árið, síðan minningardagin í fjør, eru 9 fólk deyð í ferðsluni. 

 

Eins og undanfarin ár verður minningardagurin hildin fyrsta sunnudagin í juli. Henda dagin verða blómutyssi løgd út har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í ár verða løgd út 200 blómutyssi við føroysku vegirnar. Evnið, deyð í ferðsluni, verður eisini tikið upp í kirkjum og samkomum.

 

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.

 

Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum.  

 

Síðan fyrstu ferðsluvanlukkuna sum kravdi mannalív, tá ein lastbilur fór út av vegnum á Varmakeldueiði í Eysturoy 2. september í 1928, eru sambært Ferðslutrygd samanlagt 281 fólk deyð í ferðsluni.

 

Tað er væl og virðiliga prógvað, at økt trygd bjargar mannalívum. Landslæknin hevur skrivað í síni ársfrágreiðing, at helvtin av teimum deyðu í ferðsluni kundu verið bjargað, um tey høvdu nýtt trygdarseðlarnar.