Í einari dagføring í morgun siga heilsumyndugleikarnir í Gaza, at umleið 28.340 palestinar nú hava latið lív síðan hin 7. oktober.
Seinasta samdøgrið verður sagt, at nakrir tíggjutals palestinar hava latið lív í býnum, Rafah, sum liggur upp at markinum til Egyptaland.
- Ísrael hevur í nátt framt nøkur størri álop á býin, har í minsta lagi 14 íbúðarhús og fleiri moskur eru bumbað, upplýsir Reyði Hálvmáni, sum er deild hjá Reyða Krossi.
Lagt verður aftrat, at tveir gíslar eru bjargaðir undir ísraelsku atsóknunum á býin í nátt.
Ein nýggj vápnahvíld hevur verið upp á tal í Gazageiranum, men í løtuni eru ikki útlit til, at hon verður veruleiki.
Ísraelski herurin hevur sagt, at helmað verður ikki í, fyrr enn endaligur sigur er vunnin í Gazageiranum.
Norska kringvarpið NRK endurgevur í morgun heilsumyndugleikarnar í Gaza fyri at siga, at 12.300 børn higartil eru dripin í ísraelskum álopum í Gaza.
Hetta merkir, sambært lokalu heilsumyndugleikunum, sum eru undir Hamas-eftirliti, at 40 prosent av teimum deyðu í Gazageiranum eru børn.