3.000 fólk flentu eftir Haugaard Pelagic

Eini 3.000 fólk hava um vikuskiftið flent eftir Jacob Haugaard og hinum, sum spældu hallarkabarett á norðoyastevnu

Kabarettin kallaðist Haugaard Pelagic, og umframt danska skemtaran vóru fleiri av fremstu skemtarunum í Føroyum á pallinum – eitt nú Hilmar Jan Hansen, Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale og Rudolf Joensen. Showmenn stóðu fyri tónleikaliga partinum.
Í ein tíma og trý korter undirhildu leikarar og tónleikarar við sketsjum, táttum og tónleiki.
Kendir persónar og nógv umrøddar hendingar vóru vendar á høvdið á pallinum og millum tey, sum vóru tikin til viðgerðar, vóru Kári P. Højgaard, Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl, Jógvan Fríðrikson, Oliver Joensen og hampafólkini.
Fimm sýningar vóru av Haugaard Pelagic um vikuskiftið, og kabarettin verður ikki spælt aftur, hóast útselt var til so at siga allar sýningarnar í Badmintonhøllini, og neyðugt var við eykasýning.
Jacob Haugaard, sum hevur verið í Føroyum um vikuskiftið, fór tíðliga mánamorgunin aftur til Danmarkar.