borðtennis
Tað hevur ikki gingið so væl hjá borðtennisleikarunum í liðkappingini sum vónað.
Sunnudagin leiktu føroyingar sum kunnugt móti Saarema og vunnu 6-1. Men seinna dystin hendan dagin varð taptur 5-2 móti Guernsey. Hetta var tó ikki heilt óvæntað, tí Gurensey er rímiliga sterk oyggj í borðtennishøpi. Veruliga vónbrotið kom ikki fyrr enn mánadagin, tá føroyingar møttu Grønlandi.
Dystirnir millum hesi londini hava seinastu árini verið ógvuliga javnir, og soleiðis var eisini hesaferð. Avgerðin skuldi fella í næstseinasta dystinum, sum var blandaður tvímansleikur. Føroyingar tapru hendan dystin 21-18 í triðja setti. Men við til søguna hoyrir eisini ein dómarafeilur, sum er rættiliga óvanligur, og sum var Grønlandi til fyrimuns.
Tað sum hendi var í stuttum, at føroyingar servaðu eina servu, sum grønlendingar iki tóku, tí teir hildu hon var skeiv. Føroyingar hildu tó uppá, at servan var røtt. Sum rímiligt er kundi dómarin illa síggja, hvørju megin bólturin var, men í staðin fyri at døma umbólt, sum í slíkum føri sjálvandi er einasta rætta, gav hann Grønlandi stigið. Støðan undan var 16-17 til Grønland, og við hesum ?ókeypis? stiginum gjørdist 16-18.
Hendan óvanliga dømingin ávirkaði eisini føroysku spælararnar, og endina var altso, at Grønland vann setti og harvið eisini samlaða dystin 4-3.
Týsdagurin góður
Hetta merkti í praksis, at Føroyar samlað gjørdust nr. 7 heldur enn nr. 6. Tað hevur sjálvandi ikki tann stóra týdningin, men tað er altíð ørkymlandi at fáa slíkar avgerðir móti sær.
Tíbetur nervaði hetta ikki einstaklingakappingina, sum byrjaði týsdagin aftaná døgurða. Føroyingar høvdu fýra leikarar við í innleiðandi bólkaspælinum, Petur Niclasen, Finnbjørn Zachariasen, Bergur Jacobsen og hin bara 14 ára gamla Rók Nielsen.
Hesin seinast nevndi er við ?fyri at læra?. Rókur er ein av fleiri evnaríkum ungum borðtennisleikarum, sum Borðtennissambandið ætlar at satsa nógv upp á komandi árini. Og sum eitt tekin um hetta, er Rókur við á leikunum í ár.
Hann tapti sínar tríggjar dystir, men spældi fleiri góðar bóltar og vísti harvið síni evni. Hann megnaði eisini at geva einum rættiliga sterkum leikara av Isle og Man harða mótstøðú. Annað settið endaði nevniliga 22-24.
Hjá hinum trimum gekst hinvegin betur enn væntað. Allir tríggir megnaðu at leika seg víðari úr bólkunum, Petur beinleiðis í 1/8-partsfinaluna sum nr. 1 í bólkinum. Finnbjørn og Bergur gjørdust báír nr. 2 í sínum bólkum og skuldu tí leika ein kvalifikatiónsdyst í part, fyri at koma í 1/8-partsfinaluna.
Her gjørdist Finnbjørn tíverri og stuttur, men Bergur vann lættliga sín dyst.
Vón fyri onkran
So samanum tikið var lagið millum føroysku borðtennisleikararnar rættiliga gott í gjár. Eisini hóast tað ikki eydnaðist kvinnunum at vinna nakran dyst í einstaklingakappingini. Men bæði Maria Petersen og Elinborg Nygaard vóru ógvuliga nær við, og báðar vístu í løtum heilt gott spæl.
Mikudagin byrja so tvímansleikirnir hjá bæði kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki. Ilt er at meta um, hvussu tað fer at gangast, men vit skulu neyvan væntað tey stóru úrslitini.
Í einmansleiki hjá monnum eru vónirnar ymiskar. Bergur skal í 1/8-partsfinalun i møta ongum øðrum enn Carl Prean, sum áður hevur talst millum stinnastu leikarar í heiminum, og vinnur Petur sín dyst ? og tað ger hann væntandi ? stendur aftur Prean fyri einum føroyingi.
Hinvegin eru vónirnar fyri Kjartani Eli Hentze betur. Liggur væl fyri, hevur seedingin lagað tað so, at hann kann fara allan vegin í semi-finaluna. Og hvør kann tá siga, hvat fer at henda.
So eftir vónbrotini í liðkappingini sær bjartari út fyri føroysku leikararnar.