3. umfar Nósabarna-prix 2004

TÍÐINDASKRIV

3. og seinasta umfarið av Nósabarnaprix 2004 varð á Torginum í SMS leygardagin. Sera nógv fólk, um fimmhundrað, vóru og lurtuðu eftir teimum ungu songfuglunum.
Allir luttakarar høvdu aftur hesaferð nakrar góðar framførslur. Tað bleiv He-lena H. Jørgensen og Sunnbjørg Thomassen sum fóru avstað við sigrinum við sanginum "Eingin er sum tú". Nummar tvey gjørdist Dóra Joensen sum sang "Beautiful".
Nú er so greitt hvørji tey seks eru, sum skulu vera við í tí stóru finaluni sum verður á Torginum í SMS leygardagin 6. nov kl. 18:00. Meira verður at lesa í eini stórari grein um tiltakið fyrst í næstu viku.
Á heimasíðunum www.barnaprix.fo, www.sms.fo og hjá høvuðsstuðlinum www.nosi.fo ber til at finna ymiskt tilfar um tiltakið.
Finalan verður sum áður nevnt á torginum í SMS leygardagin tann 6.nov kl.18.00. Atgongumerki kostar kr. 60,-, sum er at fáa við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið byrjar.
Nósabarnaprix 2004 er stuðlað av Føroya Banka, SMS og Burger King.