Í dag veit Sermitsiaq at siga, at 30 íbúgvar í grønlendsku bygdini, Qeqertarsuatsiaat, í gjár vórðu fluttir undan stormi og illveðri.
Heimasíðan sigur, at íbúgvarnir vórðu fluttir í felagshúsið í bygdini seinnapartin í gjár.
- Fýra hús í bygdini fingu skaðar, harav tvey eldri hús, har eingin búði, og stormurin leikaði í tað mesta av degnum.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Jeppe Andsager, sigur, at tað vóru lokal sløkkiliðsfólk, sum tóku sær av flutninginum av fólki.
- Helmingurin av bygdini hevði ongan streym, og fýra hús høvdu skaðar, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan leggur aftrat, at eingin í bygdini Qeqertarsuatsiaat hevur fingið likamlig mein í herviliga illveðrinum.
##med2##