30 milliónir fyri at bjarga bandasavninum

Fýra almennir stovnar bjóða sær til at bjarga bandasavninum hjá Kringvarpinum. Sokallað bjargingin skal taka 10 ár, og prísurin er slakar 30 milliónir krónur Samstarvsbólkur umboðandi Kringvarp Føroya, Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og Fornminnissavnið hava gjørt eitt uppskot um at bjarga bandasavninum hjá Kringvarpinum, sum lutvíst er í vanda fyri at farast.

- Bandatilfar Kringvarpsins lýsir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Tað er einki minni enn ein sorgarleikur, at hetta tilfarið, sum kundi verið til stórt gagn fyri eftirtíðina, forferst, tí hóskandi varðveitsla av tilfarinum ikki verður raðfest, siga stovnanir í eini fráboðan í dag.

Samstarvsbólkurin hevur sent eitt upprit til Mentamálaráðið, sum lýsir fyritreytirnar fyri hesi bjargingarverkætlan, har bólkurin vegna stovnarnar mælir til, at minst 2,7 mió. kr. verða settar av fíggjarlógini um árið í 10 ár til hesa bjargingarverkætlan.

Hesi hava sitið í samstarvsbókinum: Elin Brimheim Heinesen vegna Kringvarpið, Arnbjørn Dalsgarð vegna Landsbókasavnið, Andras Mortensen vegna Fornminnissavnið og Sámal T. Johansen vegna Landsskjalasavnið.

Unn Paturson hevur saman við Elini Brimheim Heinesen, miðlaleiðara í Miðladeild Kringvarpsins, sum varar av Kringvarpssøvnunum, orðað uppritið, sum er sent Mentamálaráðnum.