300 uppsøgd hjá SAS

Skandinaviska flogfelagið hevur gjørt av at skerja starvsfólkatalið við 300. Talan er um fólk, sum eru í fulltíðarstarvi í umsitingini, og endamálið er at skarva av rakstrarútreiðslunum.

Forstjórin í SAS, sviin Rickard Gustafson, sigur, at felagið skal skarva millum trý og fimm prosent av rakstrarútreiðslunum um árið, og tað gevur eina sparing upp á 1,7 milliard krónur í hesum árinum, sigur hann.

Rickard Gustafson harmast um, at felagið noyðist at siga so nógvum medarbeiðarum upp, men hann sigur, at altjóða fíggjarkreppan ger tað neyðugt hjá SAS at fremja slík tiltøk. Harafturat er kappingin vorðin harðari, samstundis sum brennievnið er dýrt, sigur hann.