3.000 fólk í havsneyð í Miðjarðarhavinum

Italska sjóverjan roynir í kvøld at bjarga 3.000 flóttafólkum, ið eru í havsneyð.

Italska sjóverjan arbeiðir í kvøld av øllum alvi at bjarga 3.000 flóttafólkum, ið eru havsneyð uttanfyri afrikanska landið Libya.


Italskir myndugleikar fóru til verka aftaná at tey hoyrdu SOS-neyðarkallini frá 18 førum, harav fýra bátum og 18 bjargingarbátum. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.


Talan er um eitt tað størsta bjargingartiltakið nakrantíð í økinum, og mett verður at 1.200 fólk longu er bjargaði.


BBC veit at siga, at tvey italsk skip og eitt norsk hernaðarskip, Siem Pilot, luttaka í bjargingarroyndini.


ST metir, at bara í ár hava 264.500 flóttafólk tikið vandamiklu leiðina tvørturum Miðjarðarhavið, og eru nú í Italia, Grikkaland ella einum øðrum suðurevropeiskum landi.