Av og á hoyrist um eitt virki, sum hevur fingið ES-góðkenning. Eisini hoyrist um virkir, sum skulu seljast, men sum skulu søkja um góðkenning av nýggjum.
Vit spurdu Guðrið Andorsdóttir, góðskuleiðarar á Fiskavirking, hvør umsitur hesar reglur, og hvør góðkennir virkjini?
- Føroysk lóggáva og løggilding er galdandi og loyvi givin fyri ávíst áramál, fyri hvørt virki sær.
- Um virkið skiftir eigara, skal tað søkja um góðkenning av nýggjum, sigur Guðrið Andrsdóttir.
Trupul støða
Føroyska fiskivinnan er í einari truplari støðu, tí umframt at uppfylla krøvini til føroyska lóggávu o.a., so eru onnur krøv um ES-góðkenning galdandi. ES-góðkenning verður ikki givin eftir føroyskum reglum, tí tað er ikki ein føroysk lóg ella kunngerð galdandi á økinum, men strong krøv, ið ES setir virkjum, sum vilja útflyta til ES-lond.
Føroysku góðkenningin verður givið eftir fleiri føroyskum lógum, eitt nú matvørulógini, lógini um innanhýsiseftirlit, merking, flutning av matvørum o.s.fr..
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tá ES-umboð vóru í Føroyum í september 1995, vitjaðu tey nøkur virkir, um framt at tey góvu Heilsusfrøðiligu myndugleikan at kanna virkir eftir ávísum reglum. Í mars 1996 var ES-vegleiðing gjørd, sum Heilsufrøðiliga arbeiðir eftir.
Eftir yvirlitinum hjá Heilsufrøðiligu høvdu 32 virkir fingið ES-góðkenning 22. mai 1997. Í oktober í ár eru 55 virkir í Føroyum, her íroknað verksmiðjutrolarar og smærri virkir. Av hesum mangla 17 virkir at fáa vitjan av Heilsufrøðiligu.
32 virkir útflyta 80 pst. av fiskavørunum
Tey 32 virkini, sum eru ES-góðkend, útflyta tilsamans meir enn 80 pst. av útflutninginum.
Av tí at nøkur virki verða niðurløgd, onnur eru løggildað og aftur onnur hava umsøkn liggjandi um at fáa ES-góðkenning, ber ikki til at fáa nærri yvirlit.
- Tað tekur eina viku at kanna eitt virki. Síðani verður frágreiðing skrivað og nærri ásett, hvat skal gerast, og tíðarfreist fyri nær arbeiðið skal vera liðugt. Her er talan um umvælingar, fyri at sleppa at útflyta til ES-lond frameftir. Hvørt virkið sær hevur fingið eina frágreiðing, sum er sett upp í punktum, um hvat skal gerast í 1996, og nær umvæling o.a. skal vera liðugt. o.s.fr..
Er talan um størri umleggingar og umvælingar, skal tað gerast sambært avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
- Flestu framleiðarar hava fingið eina freist, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal hava tekning av umvælingunum, sigur Guðrið Andorsdóttir.
Viðvíkjandi ES-krøvunum, so eru tey meira umfevnandi enn tað vit eru von við.
Krav um hølisviðurskiftini
- ES krevur so og so nógv rúm til rávøruna, t.d. eitt rúm til pakking og eitt rúm til goymslu. Har t.d. saltfiskur verður arbeiddur, skal eitt rúm vera til at salta fiskin, eitt rúm til at skera hann, og eitt rúm til at pakka fiskin.
Guðrið Andorsdóttir vil einki siga um, hvørt Fiskavirking hevur gjørt raðfesting um, hvar og hvussu virkini skulu umvælast. Hon vil bert siga, at tað velst um nær virkini hava havt vitjan av Heilsufrøðiligu og hvørja freist einstøku virkini hava fingið.
Tað er tó einki ivamál, at her er talan um sera strong krøv, og at tað kann fáa serliga óhepnar avleiðingar, um fiskavøra innflutt í ES, verður steðgað, tí góðskan ikki er í lagi.
Rækjurnar í India
- Eitt nú er dømi í India, sum verður mett á sama støði sum vit, ið eru triða lands innflytarar.
- Í India vóru somu ES-fólk og vitjaði, og í Føroyum í fjør. Tey vóru ikki so væl nøgd við viðurskiftini í India, men góvu kortini loyvi at útflyta til ES-lond, sigur Guðrið Andorsdóttir.
4. august í ár fann ES-eftirlitið eina bakteriu í eini sending av rækjum úr India. - Hóast hon ikki ikki sjúkuelvandi, so varð allur innflutningur úr India steðgaður sama dag sum bakterian varð funnin. Og ikki bert vøran, sum var komin í ES-land, men eisini vøra, sum var farin úr India. Bannið stendur við til 15. november.
- Tí er tað so umráðandi at allir fiskaútflytarar hava so góðar umstøður , at teir lúka ES-krøvini. Ger ein framleiðari ein feil, so steðgar tað øllum føroyskum fiskaútflutningi til ES- lond, sigur Guðrið Andorsdóttir.
Fiskavirking umvælir virki fyri virki, og freistin at gera arbeiðið liðugt, er sett eftir, nær Heilsufrøðiliga Starvsstovan vitjaði einstaka virkið.