Tað er av álvara komið glið á hjá Bláa Krossi at fáa ungfólk at skrivað undir rúsfríu avtalurnar.
Fyri minni enn einum mánað síðani varð avtalað nummar tvey hundrað gjørd við ein ungan fýr í Klaksvík, og 1. juni varð avtalað nr. 300 undirskrivað við ta 13 ára gomlu Mariu í Skorðini úr Havn.
Síðani 1. juni hava 20 ungfólk afturat skrivað undir avtaluna. Tað vil siga, at 320 ung hava gjørt eina eitt ára rúsfría avtalu við Bláa Kross, nú tiltakið verður niðurlagt til skúlarnir byrja aftur í august mánað.
Bíða við
fyrsta glasinum
Kristian á Reynatrøð, fíggjarleiðari hjá Bláa Krossi sigur, at tey eru ótrúliga væl nøgd við gongdina.
? Vit roknaðu við, at tiltakið fór at fáa stóra undirtøku, men hetta er nógv betri enn væntað og tað frøir okkum at tey ungu eru so positiv, sigur hann.
Málbólkurin fyri avtaluni eru tey 13 til 16 ára gomlu, men tað ber eisini til hjá teimum, sum eru eitt sindur eldri at skriva undir.
Men hví tey 13-16 ára gomlu?
? Tað er tí, at jú yngri fólk eru tá tey byrja, jú størri er vandin fyri at tey gerast misnýtarar. Og fáa vit tey at bíða við at taka fyrsta glasi, so er nógv vunnið, sigur Kristian á Reynatrøð.
Tey ungu, verða ofta sett undir bólkatrýst, og tí er kanska vandi fyri at tey »gloyma« avtaluna. Hvat gera tit fyri at tað ikki skal henda?
? Fyri tað fyrsta so vil eg siga, at avtalurnar byggja upp á álit. Vit hvørki kunnu ella vilja fara út at kanna um tey sum hava skrivað undir avtaluna, men vit vænta at tey halda tað tey skriva undir uppá. Samstundis so royna vit at skipa fyri onkrum tiltøkum, sum skulu stuðla teimum at halda á, men vit vita eisini, at tað er í minna lagi, men orkan er ikki til meir í løtuni, sigur Kristian á Reynatrøð.
Hvat fáa tey sum skriva undir burturúr?
? Tey fáa eitt rúsfrítt ár, umframt at tey fáa avsláttur í ymsum handlum. Vit hava gjørt avtalur við onkran klædnahandil, onkran fløguhandil og aðrar handlar sum tey ungu koma í.
Men er tað rætt, at keypa tey ungu á henda hátt. Hevði tað ikki verið rættari at fingið tey at skriva undir av sínum eintingum?
? Tað er mikið møguligt, men tíðin er soleiðis háttað at man fær nakað fyri nakað, og kunnu vit fáa nøkur ungfólk at bíða við at taka tann fyrsta snapsin, so hava vit ikki ringa samvitsku um tað er tí, at tey hava gjørt eina avtalu við okkum, sum gevur teimum fyrimunir, sigur Kristian á Reynatrøð.
Suðuroyggin
stendur fyri tørni
Nú summarið nærkast og skúlarnir fara í summarfrí, verður tiltakið lagt á hyllina.
Hetta skal ikki skiljast sum at tey, sum hava skrivað undir fara í »summarfrí« frá avtaluni, men soleiðis at fyrireikararnir ikki fáa samband við tey ungu meðan skúlarnir eru í summarfrí.
? Vit hava verið ótrúliga væl móttikin á skúlunum. Vit hava verið í næstan øllum skúlum kring landið og tað hevur gingið uppá stás í teimum øllum uttan einum. Ein skúli í høvuðsstaðarøkinum segði nei, og tað verður eftir øllum at døma einasti skúli í landinum vit ikki koma á, sigur Kristian.
Hví segði hann nei?
? Tað hava vit ikki spurt um. Vit vendu okkum til skúlan og spurdu um vit kundu sleppa at greiða frá avtaluni, men tað vildu tey ikki. tað er teirra val og tað blanda vit okkum ikki í.
Hava tit verið runt alt landið?
? Ikki heilt enn. Vit mangla Suðuroynna. Vit vóru á veg til Suðuroyar, men so kom verkfallið inn í millum, og tað hevði við sær, at Suðuroyggin mátti útsetast. Síðani hevur tað tíverri ikki borið til at fáa hana inn aftur í ætlanina og tí hava vit valt at bíða til eftir summarfrítíðina, sigur Kristian á Reynatrøð.
Heilt nýggjar
Bláa Kross-bygdir
Nú tiltakið hevur koyrt í eitt tíðarskeið er sjálvandi vert at spyrja, um tað sæst í limaskaranum hjá Bláa Krossi.
? Í sjálvum sær koma tey ungu, sum skriva undir ikki við í limaskaran hjá Bláa Krossi av tí at tey eru yngri enn 18 ár, men tað sum vit halda verða sera hugaligt er, at vit hava fingið nógv ungfólk í bygdum, sum vit ikki hava nógvar limir frammanundan. Tað dámar okkum sjálvandi væl, men tað er ikki høvuðsmálið við tiltakinum, sigur Kristian á Reynatrøð og leggur afturat:
? Tað er at fáa tey ungu at útseta, ella heilt at lata verða við at taka tann fyrsta snapsin.
Og tá hugt verður eftir nøgdini av teimum, sum hava skrivað undir, so kann ikki sigast annað enn at tað gongur strúkandi hjá Bláa Krossi.
Maria í Skorini var nummar 300, sum skrivaði undir og síðani hon setti sítt navn á avtaluna hava 20 ungfólk fylgt í fótasporum hennara.