Seinastu tíggju dagarnar eru 322 børn dripin og 609 særd í ísraelskum álopum í Gazageiranum.
Tað sigur ST-barnahjálparstovnurin, Unicef.
Tað var hin 18. mars, at Ísrael tók uppaftur álopini móti Gazageranum, eftir at vápnahvíld hevði verið millum Ísrael og Hamas í næstan tveir mánaðir.
- Vápnahvíldin var ein harðliga tiltrongd "lívlinja" fyri børnini í Gazageiranum, men nú eru børnini aftur endað í deyðiligari valdsnýtslu og neyð.
Tað sigur Unicef-leiðarin, Catherine Russell í tíðindaskrivi.
Tølini hjá Unicef fevna eisini um børn, sum vórðu dripin, tá ísraelsk jagaraflogfør í síðstu viku lupu á Nasser-sjúkrahúsið.
ST-felagsskapurin heitir á partarnar um at gevast við bardøgunum, eins og heitt verður á Ísrael um at lata neyðhjálp sleppa inn í Gazageiran.
Heitt verður eisini á Ísrael um at lata særd og sjúk børn sleppa burtur at fáa sær heilsuhjálp.
Sambært Unicef eru fleiri enn 15.000 børn dripin í Gazageiranum, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði í oktober í 2023.