Á býráðsfundi í Klaksvík fyrradagin, vórðu m.a. sløkkingarkranarnir í býnum á fundarskránni.
Tað hevur seinnu árini verið so, at fleiri av brandpostunum í býnum ikki hava verið í nóg góðum standi, og varð sløkkiliðsstøðin tískil biðin um at kannað, hvussu var statt við hesum.
Niðurstøðan hjá sløkkiliðnum var, at í minsta lagi 33 brandpostar vóru í ólagi, umframt at fleiri teirra vóru í ringum standi. Talan er sostatt um ein fjórðing av brandpostunum í býnum, sum ikki eru í lagi.
Ikki óforsvarligt
Varaborgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, sigur við Sosialin, at tað at »brandpostarnir ikki rigga«, ikki skal skiljast soleiðis, at einki vatn kemur úr teimum, um brúk er fyri teimum.
Tað hevði jú verið ein fullkomuliga óforsvarlig støða, um eldur ikki kundi verið sløktur, orsakað av hesum. Talan er um, at hesir 33 brandpostarnir ikki lúka tey krøv, sum verða sett til slíkar, og hetta hevur býráðið eisini tikið til eftirtektar.
Í ár verða so einar fimm til átta av hesum brandpostum skiftir úr, og eftir ætlan, verða hinir so skiftir komandi tvey árini, so vit í 2002 hava skift allar hesar brandpostar út.
Býráðið hevur tó ikki roknað við hesari útreiðslu í fíggjarætlanini, men útskiftingin verður mett at vera somikið átrokandi, at neyðugi peningurin, uml. 90.000 kr. nú verður fluttur frá kontoini fyri vatnveiting.