350 til fund um tilbúgving

Fyrireikararnir av tiltakinum um tilbúgving í Norðoyggjum eru væl nøgdir við undirtøkuna, og teir halda, at fundurin tænti sínum endamáli

Fríggjakvøldið skipaði Norðoya Bjargingarfelag fyri einum tiltaki í og kring KÍ-høllina, har tilbúgving í Norðoyggjum stóð ovast á breddanum.
Eini 350 fólk vóru til tiltakið, og tað eru fyrireikararnir væl nøgdir við.
? Tað var eitt sera gott kunnandi tiltak, sum náddi sínum endamáli. Vit vildu seta fokus á tilbúgving uttan at ræða fólk, og eg haldi, at tiltakið gav eina breiða kunning um tilbúgvingina, sigur Marius Magnusson, formaður í Norðoya Bjargingarfelag.

Tyrla í túninum
Fleiri upplegg vóru frá fólki, sum starvast innan okkurt økið í tilbúgvingini, og fundarfólkið hevði eisini møguleikan at seta einum paneli spurningar. Millum annað var onkur spurningur um tilbúgvingina í sambandi við nýggja Norðoyatunnilin.
Uttan fyri KÍ-høllina var eisini okkurt at fáa við. Ein stórur bjargingarbátur varð blástur upp, og tyrlan setti seg á parkeringsplássinum. Eisini vóru neyðsendarakfør at síggja.
? Tað vóru munandi fleiri fólk til hetta tiltak, enn eitt líknandi tiltak, sum vit høvdu í fjør. Tað vóru ikki bara fakfólk ella fólk innan tilbúgving til tiltakið, men ein breið umboðan av fólki úr Norðoyggjum, hóast tað vísti seg, at tað mesta var mannfólk, sigur Marius Magnusson.