Fleiri enn 3,8 miljónir fólk eru rýmd úr Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landið fyri stívliga fýra vikum síðan.
Tað sigur flóttafólkastovnurin undir ST, UNHCR.
Sagt verður eisini, at streymurin av fólki úr Ukraina er nógv minkaður seinastu tíðina.
Seinasta samdøgrið eru 48.000 fólk flýdd úr landinum.
Umleið 90 prosent av teimum, sum eru farin úr Ukraina, eru kvinnur og børn sigur ST-stovnurin.
Lagt verður aftrat, at umleið 2,2 miljónir fólk eru flýdd til grannalandið, Pólland, og umleið ein hálv miljón eru flýdd til Rumenia.
- Út við 300.000 fólk eru farin til Russlands, sigur UNHCR-stovnurin.
Umleið fjórðingurin av ukrainska fólkinum - ella einar 10 miljónir fólk - eru rýmd úr húsi og heimi og eru nú aðrastaðni í Ukraina.
Sambært ST-stovninum er hetta størsti flóttafólkatrupulleiki síðan seinna heimsbardaga.