3905 Christmas Child gávur úr Føroyum

Herfyri fóru 3905 skógvaeskjur úr Føroyum til Moldova. Talið av gávum úr Føroyum er lækkað seinnu árini. Í fjør vórðu 4064 gávur latnar úr Føroyum

Øll árini síðani 2003, tá ið føroyingar byrjaðu at senda Christmas Child skógvaeskjur til fátøk børn úti í heimi, eru tær farnar til Rumenia. Men í ár fara tær til Moldova.

Støðan viðvíkjandi Onglandi og ES er sera ógreið, og av tí at Rumenia er eitt ES land, hevur nevndin í Onglandi gjørt av, at tey senda ikki eskjur til Rumenia í ár. Eskjurnar úr Føroyum fara tí til Moldova, ið hevur mark til Rumenia. Moldova er eitt av fátækastu londunum í Evropa.

Skip hjá Faroe Ship fór til Onglands 1. november við føroysku Christmas Child gávum.

Sunnudagsskúlar, felagsskapir og onnur kring alt landið, hava savnað skógvaeskjur inn. Operation Christmas Child er eitt heimsumfatandi tiltak, og hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri evropeiskum londum savna eskjurnar.

##med2##

Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd. Tiltakið við at býta út skógvaeskjur byrjaði í 1993.
Síðani 1990 hava yvir 146 milliónir børn í meira enn 150 londum upplivað Guds kærleika gjøgnum eina einfalda skógvaeskju frá Operation Christmas Child.

– Vit takka øllum, sum hava givið Christmas Child gávur í ár. Vit takka eisini Faroe Ship fyri teirra megnar arbeiði at taka ímóti gávunum og sigla tær víðari til Onglands, skrivar nevndin í Christmas Child Føroyar á heimasíðuni.

Í fjør eydnaðist føroyskum børnum og vaksnum at savna 4064 skógvaeskjur inn. Í 2015 vórðu flest skógvaeskjur savnaðar inn í Føroyum. Tá vórðu 5499 skógvaeskjur latnar úr Føroyum. Síðani 2015 er talið av gávum lækkað. Síðstu 10 árini eru fleiri enn 4000 eskjur farnar úr Føroyum.

– Má Harrin ríkiliga signað tykkum øll, sum hava givið, við vón um, at børnini, sum ongantíð hava fingið eina gávu fyrr, skulu verða vælsignað av tí, sum tey fáa. Bøn okkara er, at tey eisini verða opin fyri at hoyra um ta sonnu jólagávuna Jesus, skrivar nevndin í Christmas Child Føroyar.