4. flokkur roynir seg í sangi

4. flokkur í Vágs skúla vitjaði í vikuni í útvarpsstovuni á Suðurrás, har tey sungu heimagjørdan sang


4. flokkur í skúlanum í Vági hevur við sanglæraranum skrivað sangin "Lítla Ása". Í vikuni sluppu tey at royna seg sum sangarar. Tey vitjaðu í útvarpsstovuni á Suðurrás og har tóku tey sangin upp.
4. flokkur og sangur teirra verður at hoyra í sendingini Viðurgerði, sum verður send hósdag klokkan 17 og endursend fríggjadagar klokkan 14. Nú summarskrá útvarpsins byrjar, er hetta seinasta sending av hesum slag á hesum sinni.