4 ára gomul smágenta burtur í Malmø

Løgreglan í Svøríki stúrir fyri, at ein 4 ára gomul smágenta er burturflutt í Malmø síðstu nátt. Saman við familju síni stóð hin 4 ára gamla á einum torgi og hugdi at fýrverki, tá hon bleiv burtur.

Klokkan 04 síðstu nátt varð hendingin meldað til løgregluna, og tá hevði gentan verið burtur í umleið ein hálvan tíma.

Familjan hjá gentuni, sum var saman við henni, leitaði nærhendis, har tey vóru og eitt nú á matstovum, áðrenn tey vendu sær til løgregluna.

Eingin ávísur er undir illgruna í málinum, men løgreglan staðfestir, at hon sær tilburðin sum eina burturflyting.

- Hetta hildu vit ikki í byrjanini, men tað fyriliggja upplýsingar, sum gera, at vit stúra fyri, at okkurt kriminelt er farið fram, sigur løgreglan í Malmø.

Sambært løgregluni vita tey einki um, at gentan áður er rýmd.

Løgreglan sigur, at hon hevur fingið okkurt tips og okkurt spor at ganga eftir í málinum, men einki er nóg ítøkiligt í løtuni.

- Vit hava avhoyrt familjuna hjá teirri 4 ára gomlu, og fleiri løgreglufólk leita nú eftir gentuni, eisini við hundum, sigur løgreglan í Malmø.

Sum skilst, er ikki óhugsandi, at burturflytingin kann vera ein avleiðing av stríði millum foreldur, men tað kann eingin siga við vissu í løtuni.