40.000 krónur beint í lumman til tann ríka

 eykarokning uppá 2000 krónur til tann fátæka!(

Høgni Hoydal, løgtingsmaður

Landsstýrið hevur nú sjálvt váttað tað svart uppá hvítt: ABC-samgongan er tann umvendi Robin Hood. Hon tekur frá teimum, sum hava minst. Og tekur frá teimum, ið hava mest.



Nógv hevur verið sagt og uppáhildið um skattalættan hjá samgonguflokkunum. Eg havi tí spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum sjálvan, hvussu skattalættin og fíggjarpolitkkin hjá ABC-samgonguni, rakar gerandisdagin hjá føroyingum øllum. ((Hvat hevur eitt vanligt verkafólk eftir í krónum og oyrum, tá skatturin er goldin og øll hini gjøldini, sum samgongan hevur samtykt: Inngjald til samhaldsfasta, inngjald til barsilsskipan, vegskattur og øktur kommunuskattur, tí nýggj økir verða løgd til kommunurnar? Og hvat hevur ein høg inntøka uppá tildømis 600.000 krónur um árið eftir?

Landsstýrismaðurin svarar, at um undirskjalið, sum samgonguflokkarnir hava skrivað undir uppá, verður framt, og kommunuskatturin hækkar, sum roknast kann við í teimum mest skuldartyngdu kommunum, so er úrslitið hetta:((1. Eitt verkafólk í Skopun ella í Vági (ella heima á Sandi) við ársinntøku uppá 170.000 um árið, missur millum 2.800 og 1.800 krónur árliga.((2. Ein høg inntøka uppá 600.000,- í miðstaðarøkinum fær knappar 40.000 krónur beint niður í lumman.

Hjá verkafólkinum er sostatt talan um eina realønarlækking uppá millum 1 og 2%. Hjá tí ríka er talan um eina hækking í reallønini uppá umleið 7%!

Og hetta hendir meðan landsstýrið legði landið lamið í eina heila viku, orsakað av ósemju um 0,1% í lønarhækkan  og arbeiðskvinnu- og arbeiðsmannafeløgini hava víst samfelagssinni. Sum maðurin segði: Máti skal vera við at vera galantur!

Hetta er eisini orsøkin til, at skattalættin var loyniligur áðrenn valið, og at alt verður gjørt til tess at dylja hann sum mansmorð framvegis. Hví hevur tildømis ongin fjølmiðil sagt nakað um hetta? Var talan um ein lønarsamráðing, har tey hægstløntu høvdu fingið 7% í lønarhækking, meðan Verkamannafløgini góðtóku at fara 1-2% niður í løn, so hevði jú uttan iva verið bál og brandur.

Eisini er áhugavert at ímynda sær, hvat javnaðarflokkurin hevði sagt, um hetta fór fram, meðan hann sat í andstøðu. Higartil hevur javnaðarflokkurin bert valt at siga ósatt og hevur roynt at billa fólki inn, at hetta er tað sama sum Tjóðveldisflokkurin gjørdi í undanfarnu samgongu.

So seint sum í tinginum týsdagin, tá landsstýrismaðurin svaraði fyrispurninginum, royndu samgongufólk sum vanligt at geva Tjóðveldisflokkinum skyldina fyri, at veruligu tølini komu fram. Trupulleikin hjá teimum var bara, at tað vóru tølini frá teirra egna landsstýrismanni, sum tey skeldaðu um

Enn hevur samgongan ikki framt tey seinastu stigini í tí loyniliga skattalættanum, sum tey hava skrivað undir uppá at fremja. Tí kann vónast, at onkur torir at steðga hesi viðvendu Robin Hood-samgonguni.

Ikki tí. Tað er nóg ringt sum er. Sambært landsstýrismanninum sjálvum, so er úrslitið av tí, sum hendan samgongan longu hevur framt:
(1. Eitt verkafólk í Skopun, sum eisini rindar vegskatt skal gjalda 1.061 krónur meira í skatti og avgjøldum í 2006. (2. Ein høg inntøka í miðstaðarøkinum rindar 10.600 krónur minni í skatti og avgjøldum í 2006.
Sig so her búgva javnaðarfólk í Føroyum.
Hogni.Hoydal@ft.dk