Nógvir bilførarar tóku telefonina fram, tá teir koyrdu fram við vanlukkustaðnum á Stórabeltsbrúnni.
Løgreglan á Fjóni hevur givið 40 bilførarum bót, sum nýttu telefonina at taka myndir við av vanlukkustaðnum á Stórabeltsbrúnni, har seksf ólk doyðu í morgun.
– Vit hava skrivað 40 sakir fyri at brúka fartelefonina, har bilførarar stríðast við at taka myndir av vanlukkustaðnum á Stórabeltsbrúnni, skrivar Fyns Politi á Twitter.
– Tað er als ikki í lagi. Vísið nú respekt fyri teimum raktur – og haldið tykkum til ferðslulógina, ljóða boðini frá løgregluni.
/ritzau/