Seinastu tíðina hevur nógv verið at gjørt hjá Faroe Farming í Vági, men virksemið hjá felagnum steðgar mest sum upp um nakrar vikur.
? Vit hava umleið 1000 tons av laksi eftir at taka, og vit rokna við, at tað verður liðugt síðst í februar ella fyrst í mars, sigur Erhard Joensen, stjóri.
Eftir tað verður einki arbeiðið til tey umleið 40 fólkini, sum hava arbeitt hjá alifelagnum, og tey mugu fara heim.
? Seinastu vikurnar hava vit havt nógv at gera, og øll fólkini hava verið mest sum fulla tíð til arbeiðis, men vit vita eisini, at tá laksurin á Hovsfirði er liðugur at taka, so er einki arbeiðið til teirra, sigur Erhard Joensen.
Vóna og vænta
Tað var ein dyggur smeitur fyri suðuroyingar, tá ið Føroya Fiskavirking gjørdi av, at virkini í Vági og Hvalba skuldu latast aftur. Ta ferðina mistu 89 fólk arbeiðið, og heltvin av teimum vóru arbeiðspláss í Vági.
Hetta tal kann um hálvan annað mánað tvífaldast, tí tað má Faroe Farming gevast við sínum virksemi fyribils, tí eingin laksur verður eftir at taka.
? Vit hava ikki mist mótið og vilja gjarna seta útaftur, men vit vita ikki í løtuni, hvussu tað verður við tí. Fíggingarstovnarnir hava ikki rættiliga gjørt av, um teir vilja verða við, sigur Erhard Joensen.
Hann vónar tó, at Faroe Farming kann fara undir at seta fisk útaftur í hesum árinum, og at gongd síðani kann koma á alivirksemið aftur.