Í ár eru liðin 40 ár síðani fyrsta liðið, ið Havnar Svimjifelag sendi til Danmarkar at luttaka í svimjikappingum, fór avstað. Hetta var um Ólavssøkumundið 1964 og vóru 15 svimjarar við í hópinum í aldrunum 11 - 23 ár
Ferðaleiðarar vóru Karin Joensen og Robert P. Brockie jr. Svomið var í býunum Års, Øster Hurup og í Keypmannahavn.
Svimjararnir kláraðu seg væl og vunnu teir tær flestu kappingarnar.
Ferðin kom í lag, við tað at danska svimjifelagið "Neptun" úr Øster Hurup hevði vitjað HS í 1963. Sum eitt svar uppá vitjanina í 1964, fekk so HS í 1965 vitjan av danska liðinum "Sparta" úr Keypmannhavn.
Øll uttan Robert P. Brockie, vanliga nevndur Bobbie, eru á lívi enn í dag, og ætlanin er at hesi hittast leygardagin, 24. juli, har skipað verður fyri ymiskum, m.a. eini kappsvimjing við verandi limir í Havnar Svimjifelag, har felagið fer at skipa fyri. Eisini verður serstakt undirhald í teimum ymsu hyljunum, ið minnir um gomlu tíðina í Svimjihylinum í Gundadali, eins og "gomlu" svimjararnir sleppa at royna síni kynstur og evni í hylinum.
Skráin annarsSkipað verður fyri almennari móttøku í Svimjihøllini kl. 14.00, har ein og hvør hevur møguleika at vitja. Høvi verður at heilsa uppá 64-liðið og annars at fáa eitt gott svimjiprát við onnur áhugað.
Ein framsýning við øllum hugsandi myndum og lutum, ið siga frá tí søguliga partinum av ferðini, verður esini at síggja.
Kl. 15.30 verður so sjálvt svimjitiltakið í høllini, har øll áhugað eru vælkomin.
Myndir verða sjálvandi tiknar, og um kvøldið verður veitsla, har 64-liðið
samlast og fer at minnast farnar tíðir.
Tey, ið luttóku á Danmarkarferðini vóru: Finnur Lützen, Christian Ihlen, Victor Carlsen, Heri á Lava Olsen, Poul Nolsøe, Kaj-Aage Troest, Bjarni Rubek Nielsen, Brynhild Mohr, Marjun Husgaard, Edna Brockie, Erla Dal Poulsen, Hedvig Poulsen, Guðbjørg Christiansen, Jóngerð Olsen, Elna Skylv Hansen.
Robert P. Brockie jr. (Bobbie) og Karin Joensen vóru við sum ferðaleiðarar.