Tórbjørn er 57 ára gamal og klakvíkingur, sonur Karin, sum var av Norðoyri og Mathias Petersen, ið var av Selatrað.
Eftir lokna skúlagongd fór hann, sum teir flestu klaksvíksdreingir tá, til skips, og var tað við trolaranum Sjúrðaberg. Hann sigldi í eitt ár og fór so í land og fekk lærupláss hjá Jákupi Jacobsen, ella sum klaksvíkingar siga, Jákup Blikk. Hann lærdi har í umleið eitt eitt ár og søkti so lærupláss P/F Mariu Poulsen í Havn. Hann flutti til Havnar 21. juni 1965, og byrjaði at læra dagin eftir, 22. juni 1965, sum rør og blikksmiður. Verkstaðsleiðari tá var Martin Vilhelmsen, sum í dag býr í Brøttubrekku - undir Varða. Martin kom í læru í 1935, men mátti gevast í 1970 vegna sjúku. Hann verður 88 ár í oktober í ár.
Í 1977 bleiv Tórbjørn settur sum verkstaðsleiðari, tá Hákun Mortensen fór í annað starv. Hákun byrjaði at læra í 1945 og var verkstaðsleiðari í mong ár.
Sjeytiárini høvdu stórar samfelagsbroytingar her heima, og Havnin merkti eisini til rembingarnar. Øll tey stóru virkini í býnum og úti á Eystaru bryggju fluttu út úr býnum. P/F Maria Poulsen fyldi eisini við, og í 1982 flutti verkstaðurin og VVS handilin í nýggjan stóran virkisbygning á Hálsi. Í 1988 flutti verkstaðurin aftur, tá grannabygningurin hjá P/F Hans M. Reinert varð keyptur. Øll hesi árini var Tórbjørn verkstaðsleiðari. Hann hevur havt nógv fólk undir sær, og nógvir lærlingar vórðu útlærdir, meðan hann hevði leiðsluna.
Tórbjørn var meistari í samfull 22 ár, og hevur hann tey seinnu árini arbeitt úti. Honum dámar væl smáumvælingar, og hava nógv havnarfólk kent til hansara sera góðu hendur, og hansara góðu ráð og vegleiðingar.
Tórbjørn er giftur Annu f. av Reyni, dóttir Finu og Sigird. Tey eiga 4 børn, tvær gentur og tveir dreingir. Anna og Tórbjørn eiga 5 ommu- og abbabørn.
Í sambandi við 40 ára starvsdagin verður móttøka hjá P/F Mariu Poulsen mikudagin 22. juni frá kl. 15-17, har øll eru vælkomin.