Týsdagin í farnu viku bjóðaði FSF til kunningarfund um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum. Yvir 40 venjarar og høvuðsungdómsvenjarar møttu til tiltakið, skrivar Fótbóltssambandið.
– Tílíkir fundir eru góður íblástur til landsliðsvenjararnar, umframt venjararnar úti í feløgunum. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá venjarum at kjakast um venjingarinnihald og menningina av hesum aldursbólkinum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Týsdagin í farnu viku bjóðaði fótbóltsdeildin hjá FSF til kunningarfund á Hotel Brandan í Havn. Á skránni var kunning um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum.
40 venjarar, ið dagliga venja hesar spælarar úti í feløgunum, møttu til fundin, umframt at høvuðsungdómsvenjarar eisini nýttu høvið at luttaka.
Fyrst var ein innleiðandi kunning um landsliðsarbeiðið sum heild, og síðani borðreiddu U16- og U17-landsliðsvenjararnir við framløgum, har greitt varð frá royndunum, ið tey hava fingið frá seinastu kappingum og landsdystum, ið liðini hava spælt.
Eyðvør Jakobsen, ið stendur á odda fyri U16- og U17-landsliðunum hjá gentum, og Fróði Benjaminsen, venjari hjá U16- og U17-landsliðunum hjá dreingjum, vístu við videodømum, hvat okkara spælarar megna væl, og hvat arbeiðast skal víðari við, fyri at taka næsta stigið.
- Samanumtikið var talan um eina góðan dag, har fótbóltsfakið var á breddanum í næstan tríggjar tímar, áðrenn luttakararnir fóru til A-landsdystin hjá monnum millum Føroyar og Albania, skrivar FSF.fo.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##