400 miljónir raktar av sandstormi

Ein herviligur sandstormur hevur í dag rakt kinesiska høvuðsstaðin, Beijing.

 

Ein ógvusligur sandstormur herjar kinesiska høvuðsstaðin, Beijing.

 

Myndugleikarnir í landinum upplýsa, at 409 miljónir fólk eru rakt.

 

Sagt verður, at luftgóðskuindeksið er á 1300, sum er omanfyri øll markvirði.

 

Sambært NTB verður luftin søgd at vera heilsuskaðilig longu á indeksinum 150.

 

Ógvusligi sandstormurin ger, at sýnið í økinum er niður í nakrar tíggjutals metrar.

 

Longu higartil í ár eru norðari partur av Kina raktur av fleiri sandstormum enn miðal fyri árið seinastu árini.

 

Tað upplýsir kinesiski veðurstovnurin í dag.