41 ára gamli Sjúrður stillar fótbóltsstivlarnar

(Rás2) Hoyr samrøðuna André Olsen hevði við Sjúrð Jacobsen, sum hevur spælt í bestu deildini í 23 ár

- Hæddarpunktini vóru at vinna FM við NSÍ í 2007, og at vinna løgmansteypið við NSÍ í 2002. Orðini eigur 41 ára gamli Sjúrður Jacobsen, sum spældi við NSÍ, árini 1994-2014, við ÍF í 2015 og tvey tey seinastu árini við EB/Streymi.

 

Nú hevur Sjúrður Jacobsen stillað fótbóltsskógvarnar, og hann verður ikki at síggja í bestu fótbóltsdeildini aftur.

 

Í samband við tiltakið ársins spælarar í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn ígjár hevði André Olsen biðið Sjúrð Jacobsen møta til eina samrøðu, sum skuldi verða beinleiðis á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði beinleiðis á Rás2 við Sjúrð Jacobsen, nú fyrrverandi effodeildarspælara.