42 ár og mamma fyrstu ferð

– Tá eg tók graviditetstestina, og hon var positiv, varð eg bæði spent og bangin. Eg hugsaði sjálvandi um, hvussu eg fór at megna tað, sigur Malena Poulsen, sum varð mamma fyrstu ferð, tá hon nærkaðist 42 og síðani fekk næsta barnið 14 mánaðir seinni

Áðrenn Malena átti Magnus Jón í apríl 2018, flutti hon til Havnar at búgva saman við sjeikinum Palla. Og júst flytingin gjørdi eisini sítt til, at lívsbroytingin gjørdist tað størri hjá henni tá.

– Alt gekk gott í viðgongutíðini, og hann var eisini eitt nemt barn, men eg kendi meg bundna, nú eg var blivin mamma, tí eg kundi ikki tað sama, sum eg jú hevði kunnað øll ungdómsárini, sigur hon frá.

– Eg havi altíð verið sera sosial og nógv upptikin, men knappliga kundi eg einki, tí eg hevði ongantíð barnagentu, og tað var tann allarstørsta avbjóðingin. Tað hevði nokk verið nemmari, var eg tættari við familjuna, sigur hon.

– Eg havi góðar vinkonur í Havn, sum eg eisini komi saman við, sum eru ungdómsvinkonur har norðuri frá. Vit plaga at ganga túrar og drekka kaffi saman av og á. Eg havi eisini fingið eina góða vinkonu, meðan eg havi verið í barsil, sum hevur líka tøtt børn sum eg, sigur hon.

– Men tað kendist, sum datt eg ímillum í samfelagnum, tí natúrliga eri eg ógvuliga sosial, og eg hevði einki netverk í Havn, var júst blivin mamma, og tá lítli beiggin var fimm mánaðir, var eg aftur við barn, greiðir hon frá.

 – Tá eg gekk við næsta barninum, hevði eg ein strævnan graviditet, og eg var rættiliga móð. Tá hann var nýføðingur, svav hann eisini illa og hevði ilt í oyrunum, og eg hevði jú ein annan aftrat, sum eisini var trongur, so tað vóru fleiri faktorar umframt aldurin, sum gjørdu, at orkan gekk undan hjá mær, sigur hon

Longri samrøða við Malenu Poulsen kann lesast í Sosialinum, sum er komin út til páskir í stórum tema um ymiskar lívsbroytingar