45 danskir ríkisborgarar eru á listanum yvir ólógligar tilflytarar

Hálvonnur millión ikki-amerikanskir ríkisborgarar skulu útvísast, vísa skjøl frá marknamyndugleikunum.

Fríggjadagin eftir, at Donald Trump varð settur í starv, stóð í einum uppslagi á X frá Karoline Leavitt, talskvinnu fyri Hvítu Húsini, at 538 ólógligir tilflytarar vóru handtiknir, og at fleiri hundrað eru burturvíst. (Arkivmynd). - Mynd: Soren Bidstrup/Ritzau Scanpix

45 danskir ríkisborgarar eru á listanum hjá amerikansku marknamyndugleikunum (ICE) yvir fólk, sum skulu burturvísast úr USA.

Tað sæst á einum lista frá ICE, sum Fox News hevur almannakunngjørt.

Sambært Fox News hevur ICE handtikið yvir 7.400 fólk í fleiri statum seinastu níggju dagarnar. ICE hevur økt um átøkini móti ólógligari innflyting, eftir at Donald Trump varð settur sum forseti 20. januar.

ICE-embætisfólk eru send bæði til privat heim og arbeiðspláss at handtaka tilflytarar uttan røttu skjølini um uppihald teirra.

Millum annað gjørdu myndugleikarnir húsarannsókn á einum bilvaski í Filadelfia 28. januar. Her vórðu sjey ólógligir tilflytarar handtiknir fyri innflytarabrot, skrivar Fox News.

Seks vóru úr Meksiko, og ein var úr Dominikanska Lýðveldinum.

Listin yvir ólógligar tilflytarar er frá november í fjør og inniheldur tjóðskapin hjá tilsamans 1.445.549 ikki-amerikanskum ríkisborgarum, sum eftir ætlan skulu útvísast.

Sambært listanum fingu tey øll útvísingarboðini 24. november 2024, tá demokraturin Joe Biden var forseti.

Á listanum eru eisini 120 svenskir ríkisborgarar, 39 norðmenn og 22 finskir ríkisborgarar.

Meginparturin av fólkunum á listanum koma úr Suður- og Miðamerika.

Republikanski Trump varð valdur við lyfti um, at hann alt fyri eitt skuldi handtaka og burturvísa fólk uttan neyðug skjøl um, at tey hava loyvi at vera verandi í USA.

Fríggjadagin eftir at hava tikið við embætinum, stóð í einum innleggi á X frá Karoline Leavitt, talskvinnu í Hvítu Húsunum, at 538 ólógligir tilflytarar vóru handtiknir og fleiri hundrað eru útvístir.

Ritzau hevur sett seg í samband við Uttanríkisráðið fyri at vita, um ráðið hevur verið í sambandi við amerikanskar myndugleikar um málið, og um tað eru danir á listanum, sum eru handtiknir.

Uttanríkisráðið hevur enn ikki svarað fyrispurninginum.

 

/Ritzau/

 

Fríggjadagin eftir, at Donald Trump varð settur í starv, stóð í einum uppslagi á X frá Karoline Leavitt, talskvinnu fyri Hvítu Húsini, at 538 ólógligir tilflytarar vóru handtiknir, og at fleiri hundrað eru burturvíst. (Arkivmynd). - Mynd: Soren Bidstrup/Ritzau Scanpix