458 leiga frá Bústøðum

3.003 fólk eru limir í Bústøðum, og 2.011 eru býlissøkjand

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í svari til fyrispurning frá Sólvit Nolsø, løgtingsmanni, sum millum annað hevur spurt hana, hvussu nógv fólk standa á bíðlista hjá Bústøðum.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at sambært upplýsingum frá Bústøðum vóru 3.003 fólk limir í Bústøðum tann 22. januar í ár.

 

– Av teimum 3.003 limunum, vóru 2.011 skrásett sum býlissøkjandi, 534 vóru skrásett sum hvílandi limir í bústaðafelagnum, ið merkir, at tey ikki ynskja at fáa tilboð um bústað sum er, og 458 vóru skrásett sum leigarar.

 

Les eisini: Ongar treytir fyri at leiga frá Bústøðum

 

Hon sigur víðari, at av teimum 2.011 býlissøkjandi limunum vóru 1.838 uppskrivað til eina vanliga íbúð, meðan 173 vóru uppskrivað til eina lestraríbúð.

 

– Av teimum 543 hvílandi limunum vóru 428 uppskrivað til vanliga íbúð meðan 106 vóru uppskrivað til lestraríbúð.

 

Av teimum 458 leigarunum búðu 356 í eini vanligari íbúð og 102 búðu í eini lestraríbúð, upplýsir landsstýriskvinnan.