80 eldhugaðir filmskaparar úr 27 bólkum kring alt landið teknaðu seg, og úrslitið var eitt ótrúliga gott og fjølbroytt filmsupplivilsi. Evnið í ár var ævintýr, og millum annað skuldi vatn spæla ein leiklut í filmunum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Filmskappingin fór fram dagarnar 13. til 15. januar, og úrslitini vórðu avdúkað við eini stásiligari sýning í Perluni. Í dómsnevndini vóru Durita Sumberg Poulsen sum umboð fyri Klippfisk, Eir í Ólavsstóvu sum umboð fyri Føroysk Filmsfólk og Jón Hammer sum umboð fyri Filmshúsið.
Filmskappingin hevur aftur víst, hvussu gávurík okkara ungu í Føroyum eru, og hvussu góðskan bara hækkar ár undan ári. Klippfisk fegnast um, at so nógv hava luttikið, og vit gleða okkum longu til komandi ár, tá ið nýggj hugskot og spennandi søgur aftur fara at lívga skíggjan.
Hesi vunnu 48 tímar filmskappingina 2025:
Besti filmur
Gandakenda náttin - Nora Katrinardóttir og Stella Djurhuus á Neystabø
Við støði í einum ævintýri tóku filmskapararnir áskoðaran við á eina spennandi ferð, sum helt hann fangaðan frá byrjan til enda. Filmurin var framúr væl framleiddur við hugkveikjandi ljósseting, einføldum, men sterkum triksum, og eini søgu, sum rørdi við áskoðaran. Onkur í dómsnevndini mátti enntá halda sær fyri eyguni – so væl riggaði filmurin!
##med2##
Ársins herðaklapp
Horvna prinsessan - Tórur Schwartz Herason og Røskva Lý Heradóttir
Dómsnevndin rósti filminum fyri at vera bæði flottan og gjøgnumførdan. Avbjóðingarnar í kappingini vórðu brúktar við stórum kreativiteti, og skiftið millum veruliga heimin og ævintýrheimin var serstakliga væl framt. Pallsnið, búnar og óhugnaligi skeggdrekin gjørdu filmin einastandandi. Ein serstøk viðmerking frá dómsnevndini var, at hesin filmur saktans kundi verið sýndur í sjónvarpinum.
##med3##
Besti høvuðsleikari
Lív Jógvansdóttir sum Anna í Anna & Rakul
Lív skaraði framúr við sínum inniligu og sannførandi framsøgum, har hon dugdi serliga væl at fáa áskoðaran at kenna við høvuðsleiklutinum. Dómsnevndin rósti henni fyri at bera allar kenslurnar fram á ein livandi og nærlagdan hátt.
##med4##
Besti viðleikari
Annfríð Johansen sum Trøllið í Lekjandi vatnið
Annfríð var við í bert einari scenu, men hennara stuttliga og gjøgnumførdi leiklutur sum Trøllið á loftinum í hjallinum gjørdi hana óbroytiliga minnisverda. Hennara rødd og hábrøgd settu ein ótrúliga skemtiligan dám á filmin.
##med5##
Besta hugskot
Nykurin - Svend Danielsen og Jónas Thomsen
Hetta var heilt vist eitt filmshugskot, sum skaraði framúr. Við at taka kendasta føroyska ævintýrið og umskapa tað til ein stuttligan mockumentary, vunnu filmskapararnir stórt. Dómsnevndin segði, at hetta var eitt genialt hugskot, sum tey als ikki høvdu roknað við at síggja.
##med6##