48 útlendingar fingu prógv

– Tiltøkini hjá Kvøldskúlanum eru uttan samanbering eru bestu intagratiónstiltøk í Føroyum nakrantíð, sigur borgarstjórin

Í dag var prógvhandan í Múllers Pakkhúsi. Hesaferð eru ikki færri enn tríggir flokkar av útlendingum, sum hava tikið prógv eftir hvør síni skipan. Og hesaferð eru ikki færri enn 48 næmingar úr 17 londum.

 

Teu høvdu skipað fyri sjálvi og stóðu bæði fyri matgerð og tónleiki.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu, har hann millum annað nevndi, at hetta er ein stór løta fyri bæði næmingarnar.

 

– Sum tað er stuttligt at hoyra, at fólk, sum bara fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu púra hjálparsleys og hvørki skiltu føroyskt mál ella føroyska mentan, nú bæði kunnu samskifta málsliga, luttaka á arbeiðsmarknaðinum - og harvið hava fingið eitt nátúrligt pláss í okkara gerandisdegi og mentan, segði borgarstjórin.

 

– Eg havi sagt tað mangan áður og fari at endurtaka, at tiltøkini hjá Kvøldskúlanum uttan samanbering eru bestu intagratiónstiltøk í Føroyum nakrantíð.

 

– Staðfest er í avtaluni fyri komandi valskeið, at kommunan fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna, segði Heðin Mortensen.