4G um alt Grønland

Nú skal netið optimerast, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tele-Post.

4G netverkið er nú um alt Grønland, og fevnir um 2500 kilometrar frá Siorapaluk í norðurendanum til Aappilattoq á sunnara enda.

 

Við hesum hava 92% av grønlendingum atgongd til net, ið hevur ferð, ið er skjótari, enn flestu støð í Europa, upplýsir Tele-Post fyri Sermitsiaq.

 

 

Við blaðið sigur stjórin í Tele-post;

- Eg hevði tordi ikki at vóna, at vit kundi náddu at geva so høga bandbreidd til so mong búpláss í ár, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri.

 

 

Hann sigur við Sermitsiaq, at nú skal netið optimerast og gerast so gott sum til ber.

 

 

Netið er bygt á nýggjastu tøkni og gjørt klárt til 5G.

 

 

Kristian Reinert Davidsen var stjóri í Føroya Tele, innan hann tók við sum stjóri í Tele-Post í Grønlandi.