5.335 skúlabørn doyðu

Myndugleikarnir í Kina hava nú almannakunngjørt, hvussu mong skåúlabørn doyðu og vórðu løstað í jarðskjálvtanum fyri einum ári síðani Kinesisku myndugleikarnir siga nú, at 5.335 skúlanæmingar doyðu ella hvurvu, og at aðrir 600 fingu skaða í tí ógvusliga jarðskjálvtanum í Sichuan-landspartinum fyri knappliga einum ári síðani.

Jarðskjálvtin, sum var tann 12. mai, var 7,8 á Richter-stiganum og kostaði 87.000 mannalív, og minst fimm milliónir fólk gjørdust heimleys.

Hildið verður, at umleið 14.000 skúlar fingu skaða í jarðskjálvtanum, harav helmingurin varð lagdur í oyði. Aftan á skjálvtan vildu foreldur og onnur vera við, at umfatandi byggifusk var orsøkin til, at so nógvir skúlar fóru, og at embætismenn høvdu vent tað blinda eygað til.